
HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM
TOLLAVGREIÐSLA
Hevur tú spurningar um tollavgreiðslu? Starvsfólkini hjá Safari hava drúgvar royndir og kunnu vegleiða teg í sambandi við tína sending.
HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
LÝS SENDINGINA
Sig okkum, hvat tú skalt senda, hvaðani tað skal sendast, og hvar tað skal leverast. Send eisini tey skjøl um sendingina, sum tú longu hevur, so vit kunnu kanna, hvat vantar.
- 02
VIT KANNA UPPLÝSINGARNAR
Vit hjálpa tær at fáa greiðu á, hvørjar upplýsingar eru neyðugar fyri tína sending. Set teg í samband við okkum, áðrenn tú sendir vøruna, um tú ert í iva.
- 03
AVTALA NÆSTA STIG
Vit vegleiða teg um næsta stig út frá upplýsingunum um sendingina.
HJÁLP VIÐ TOLLI OG SKJØLUM
GEV OKKUM YVIRLIT YVIR SENDINGINA
Send eina greiða lýsing av vøruni saman við rokningum, ordraváttanum ella flutningsskjølum, sum tú longu hevur. Send eisini upplýsingar um sendara og móttakara, so vit kunnu knýta skjølini at røttu sendingini.
Sig okkum, um talan er um eitt keyp, eina gávu, eina vøru, sum skal sendast aftur, ella flytigóðs. Tað hjálpir okkum at kanna, hvørjar upplýsingar vanta, og vegleiða teg um næstu stigini.
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvat skal eg senda tykkum fyri at fáa vegleiðing?
Lýs vøruna og sig, hvaðani hon skal sendast, og hvar hon skal leverast. Send tey skjøl um sendingina, sum tú longu hevur, so vit kunnu kanna, hvørjar upplýsingar vanta. Tú kanst seta teg í samband við okkum, áðrenn tú sendir vøruna.
Hvat ávirkar toll og avgjøld?
Vøruslag, uppruni og virði hava týdning fyri, hvat tú skalt rinda, tá ið tú flytur vørur inn til Føroya. Frakt og trygging eru partur av tollvirðinum. Umframt fraktprísin kunnu tollur, mvg, punktgjøld og avgreiðslugjøld koma afturat.
Er keypsland tað sama sum upprunaland?
Ikki altíð. At vøran er keypt í Danmark, merkir ikki, at hon er framleidd har. Send okkum tær upplýsingar um upprunalandið, sum tú hevur fingið frá seljaranum. Ert tú í iva, skalt tú biðja seljaran um upplýsingarnar.
Hvørjar upplýsingar skulu vera á rokningini?
Rokningin skal greitt vísa vøruslag, nøgd og prís. TAKS krevur eisini upplýsingar um pakking, tal á pakkum, brutto- og nettovekt, upprunaland og sølutreytir. Send okkum rokningina, so vit kunnu kanna upplýsingarnar. Les nærri um krøvini í vegleiðingini hjá TAKS.
