
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
LÍK
Tá ið tær tørvar at flyta lík úr einum landi til eitt annað, kunnu vit hjálpa. Safari tekur sær av flutningi av líkum til og úr Føroyum og veitir persónliga hjálp alt samdøgrið.
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
SET TEG Í SAMBAND
Ring á vakttelefonina +298 22 22 22 og greið okkum frá støðuni.
- 02
FÁ PERSÓNLIGA HJÁLP
Vit tosa við teg um flutningin og vegleiða teg um næsta stig.
- 03
AVTALA FLUTNINGIN
Vit hava røttu útgerðina og hjálpa tær við flutninginum til ella úr Føroyum.
HJÁLP Í EINARI SVÁRARI STØÐU
VIT HJÁLPA TÆR VÍÐARI
Tá ið tú setur teg í samband við okkum, kanst tú siga okkum, hvar líkið er, og hvagar tað skal flytast. Er nakar longu farin undir at fyrireika jarðarferðina, ella hevur tú ein annan kontaktpersón, kanst tú geva okkum navn og telefonnummar hjá viðkomandi.
Tær nýtist ikki at hava allar upplýsingar klárar, áðrenn tú ringir. Sig okkum, hvat longu er avtalað, og hvat tær tørvar hjálp til. So tosa vit saman um næstu stigini.
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvussu fái eg hjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð?
Ring á vakttelefonina +298 22 22 22. Vit svara alt samdøgrið og veita persónliga hjálp.
Krevst líkpass millum Danmark og Føroyar?
Sambært Styrelsen for Patientsikkerhed krevst ikki líkpass millum Danmark og Føroyar. Onnur krøv til skjøl og flutning kunnu kortini vera galdandi. Tosa við tey, sum fyrireika jarðarferðina, og flutningsfelagið um farleiðina og krøvini til kistu og skjøl.
Kann sama vegleiðing nýtast fyri øll lond?
Nei. Flutningur til ella gjøgnum onnur lond kann krevja líkpass og aðrar váttanir. Upplýs alla farleiðina, eisini møguligar millumlandingar, áðrenn flutningurin verður endaliga avtalaður.
