
TRYGT OG ÓMAKSLEYST
FLYTIGÓÐS TIL OG ÚR FØROYUM
Tá ið tú skiftir bústað, hjálpa vit tær at fáa flytigóðsið trygt og ómaksleyst til tín nýggja bústað. Vit heinta pakkaða góðsið við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
FRÁ FYRISPURNINGI TIL LEVERING
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
SEND UPPLÝSINGAR
Sig okkum, hvat tú ætlar at senda, og hvar góðsið skal heintast og leverast.
- 02
FÁ EINA PRÍSMETING
Vit meta um nøgd, farleið og flutningshátt og senda tær eitt tilboð.
- 03
VIT HEINTA OG LEVERA
Tá ið góðsið er pakkað, heinta vit tað við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
PERSÓNLIG TÆNASTA
FLUTNINGUR FRÁ HURÐ TIL HURÐ
Vit flyta flytigóðs millum Føroyar og lond um allan heim. Tú kanst flyta eitt heilt heim ella bert nakrar eskjur. Vit hjálpa tær at velja sjófrakt ella flogfrakt eftir nøgdini, farleiðini og tí, nær góðsið skal vera frammi.
Vit vegleiða eisini um neyðug skjøl, tollavgreiðslu og levering, so tú veitst, hvat skal vera klárt, áðrenn flutningurin byrjar.
Send okkum ein lista ella myndir av tí, tú skalt flyta, og upplýs tal á eskjum og mátini á teimum. Sig frá, um trappur, lyfta ella trong atgongd kunnu hava týdning fyri heinting og levering. Sig eisini, nær tú ætlar at flyta.
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvat kostar tað at flyta flytigóðs?
Prísurin veldst um nøgd, stødd, vekt, fráfaringarstað, móttøkustað og valið millum sjó- og flogfrakt. Send okkum upplýsingarnar, so fært tú eina prísmeting.
Kunnu tit heinta flytigóðsið við hurðina?
Ja. Tá ið góðsið er pakkað, kunnu vit heinta tað við hurðina og flyta tað á nýggju adressuna.
Hvussu skal flytigóðsið pakkast?
Góðsið skal vera væl pakkað, so tað tolir flutningin. Sig okkum, hvat tú skalt flyta, um tú ert í iva um innpakkingina.
Kunnu tit hjálpa við skjølum og tolli?
Ja. Vit vegleiða um neyðug skjøl og tollavgreiðslu í sambandi við flutningin.
Er flytigóðs altíð tollfrítt?
Ikki altíð. Flytigóðs kann flytast toll- og avgjaldsfrítt til Føroya, tá ið treytirnar hjá TAKS eru loknar. Søk á Borgaraglugganum ella send eina manuella umsókn. Við manuellari umsókn skal flytiváttan frá kommununi leggjast við. Les vegleiðingina hjá TAKS, áðrenn tú sendir góðsið. Nýggjar vørur verða ikki sjálvvirkandi roknaðar sum flytigóðs.
