
SKJÓTT OG TRYGT
FLOGFRAKT TIL OG ÚR FØROYUM
Tá ið sendingin skal skjótt fram, skipa vit fyri flogfrakt millum Føroyar og lond um allan heim. Vit hjálpa tær við fyrireiking, innheinting, tollavgreiðslu og levering.
FRÁ FYRISPURNINGI TIL LEVERING
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
GREIÐ OKKUM FRÁ SENDINGINI
Send okkum upplýsingar um innihald, vekt, mát, fráfaringarstað og móttøkustað. Sig eisini, nær sendingin skal vera frammi.
- 02
VIT LEGGJA FLUTNINGIN TIL RÆTTIS
Vit finna eina hóskandi flogleið og hjálpa tær við teimum upplýsingum og skjølum, ið eru neyðug.
- 03
VIT FYLGJA SENDINGINI FRAM
Vit fylgja flutninginum og samskifta við teg, til sendingin er komin fram á rætta stað.
ALTJÓÐA FLOGFRAKT
TÁ IÐ TÍÐIN HEVUR TÝDNING
Safari skipar fyri flogfrakt millum Føroyar og lond um allan heim. Við drúgvum royndum hjálpa vit tær at fáa sendingina trygt og skjótt fram til rætta stað.
Flogfrakt hóskar væl til skjøl, pakkar, eykalutir og aðrar sendingar, ið skulu skjótt fram. Vit kunnu eisini hjálpa við innheinting, tollavgreiðslu og levering.
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvat kostar flogfrakt?
Prísurin veldst um innihald, vekt, mát, flogleið og tær tænastur, tú hevur tørv á. Send okkum upplýsingarnar, so gera vit eina prísmeting.
Hvørjar upplýsingar skulu tit hava?
Lýs innihaldið og upplýs vekt og mát á pakkunum. Send eisini adressurnar hjá sendara og móttakara. Sig, nær sendingin skal vera frammi.
Hvussu skjótt kann sendingin koma fram?
Tíðin veldst um flogleið, fráferðir, tollavgreiðslu og slagið av sending. Vit meta um flutningstíðina, tá ið vit hava upplýsingarnar um sendingina.
Kunnu tit hjálpa við tolli og skjølum?
Ja. Vit kunnu vegleiða um neyðugu skjølini og hjálpa við tollavgreiðslu. Ávísar vørur kunnu krevja fleiri upplýsingar ella serlig loyvi.
Hví skulu tit hava mát, tá eg kenni vektina?
Ein lættur pakki kann taka nógv pláss. Støddin kann tí ávirka fraktprísin. Máta longd, breidd og hædd á hvørjum pakka við allari innpakking og send okkum mátini.
