Ein hundur og ein ketta verða fyrireikað til flutning

FLUTNINGUR TIL OG ÚR FØROYUM

DJÓR

Safari hjálpir við flutningi av livandi djórum til og úr Føroyum. Set teg í samband við okkum fyri at fáa vegleiðing og eina prísmeting.

FLUTNINGUR TIL OG ÚR FØROYUM

SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ

  1. 01

    SAVNA UPPLÝSINGARNAR

    Hav upplýsingar um djórið, ferðina og flutningsbúrið klárar. Nýt listan niðanfyri.

  2. 02

    KANNA LOYVI OG SKJØL

    Tosa við djóralæknan og viðkomandi myndugleika í góðari tíð um krøvini til júst tína ferð.

  3. 03

    AVTALA FLUTNINGIN

    Send Safari upplýsingarnar og avtala ferð, flutningsbúr, innlating og móttøku.

FLUTNINGUR TIL OG ÚR FØROYUM

FYRIREIKA FLUTNINGIN

Sig okkum, hvat slag av djóri tú skalt flyta, og hvaðani og hvagar tað skal flytast. Vit kanna, hvørjir flutningsmøguleikar eru, og hjálpa tær við fyrireikingini.

Henda vegleiðing snýr seg serliga um flutning av hundum og kettum millum Føroyar og Danmark. Krøvini eru ymisk alt eftir, hvaðani djórið kemur, hvagar tað skal, og um eigarin ferðast saman við tí.

Listin niðanfyri hjálpir tær at savna upplýsingar til fyrispurningin. Endaligu krøvini til flutning og skjøl skulu váttast fyri hvørja ferð. Fyri onnur djór skulu treytirnar kannast fyri seg.

HAV HETTA KLÁRT

Um djórið

  • Djóraslag, ættarslag ella blanding, føðingardagur, kyn og tal á djórum.
  • Eyðmerkingarnummar og vekt á hvørjum djóri. Sig eisini frá, um djórið er eitt hjálpardjór ella hevur serligan tørv, sum vit skulu taka atlit at á ferðini.

Um ferðina

  • Fráfaringarstaður, móttøkustaður, ynsktur ferðadagur og møguligir aðrir dagar.
  • Navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur hjá eigara, sendara og móttakara.
  • Ferðast eigarin ella ein fylgjari við? Sig okkum, nær eigarin ferðast, og um djórið skal seljast ella skifta eigara.
  • Sig okkum, hvørjum londum djórið hevur verið í seinastu seks mánaðirnar, og um tað skal um onnur lond á ferðini. Sig eisini, um talan er um flyting ella heimferð.

Um búrið

  • Longd, breidd og hædd á búrinum í cm. Upplýs, hvat búrið vigar, og hvat búr og djór viga tilsamans. Send eisini eina mynd av búrinum, um tú hevur møguleika til tess.
  • Máta eisini djórið: longdina frá nøsini til halarótarinnar, hæddina, tá ið tað stendur, og breiddina.
  • Djórið skal kunna standa og sita upprætt, venda sær og liggja í eini vanligari hvíldarstøðu. Fá flutningsfelagið at vátta, at búrið lýkur krøvini, áðrenn tú keypir tað.

Um skjølini

  • Hav djórapass, koppsetingarupplýsingar og møgulig loyvi klár. Sig, hvørji skjøl tú longu hevur, og hvørji vanta.
  • Tosa við djóralæknan um, nær koppsetingar, viðgerðir og heilsukanning skulu gerast. Avtala eisini, hvør skal syrgja fyri, at upprunaskjølini fylgja djórinum.

Úr Danmark til Føroya — hundar og kettur

  • Um tú býrt í Føroyum ella flytur higar, kanst tú søkja Heilsufrøðiligu starvsstovuna um loyvi at flyta hund ella kettu til Føroya. Ferðafólk kunnu vanliga ikki taka hund ella kettu við til Føroya. Serlig undantøk eru fyri tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar.
  • Umsóknin og koppsetingarváttanirnar skulu vanliga vera latnar inn minst seks yrkadagar fyri fráferð. Leygardagar telja ikki við. Heilsuváttanin skal vera latin inn tveir yrkadagar fyri fráferð, og kliniska kanningin má ikki vera eldri enn tveir dagar, tá ið djórið fer avstað. Avtala tí tíðirnar við djóralæknan og myndugleikan.
  • Umframt koppseting móti hundaøði krevjast aðrar koppsetingar og viðgerð móti sníkum. Fyrstu koppsetingarnar, sum krevjast, skulu vanliga vera minst fýra vikur gamlar, tá ið djórið kemur til Føroya. Uppruni og ferðaleið kunnu ávirka treytirnar.

Úr Føroyum til Danmarkar — hundar og kettur

  • Fyri vanliga privata ferðing krevjast eyðmerking, sum lýkur krøvini, gild koppseting móti hundaøði og djórapass. Danmark góðtekur eisini djórapass úr Føroyum. Eftir fyrstu koppseting móti hundaøði er vanliga ein bíðitíð á minst 21 dagar.
  • Reglurnar fyri privata ferðing eru ikki altíð galdandi, um djórið ferðast einsamalt ella skiftir eigara. Sig okkum, nær eigarin ferðast, og um fleiri enn fimm dagar eru millum ferðina hjá eigaranum og ferðina hjá djórinum. Hetta hevur týdning fyri, hvørjar reglur galda.
  • Skal djórið aftur til Føroya, skalt tú eisini fáa Heilsufrøðiligu starvsstovuna at vátta ferðaloyvið og treytirnar fyri heimferðina, áðrenn tú fert.

ALMENN VEGLEIÐING

Kannað 9. oktober 2026. Í leinkjunum niðanfyri finnur tú galdandi treytir og umsóknir. Myndugleikarnir áseta krøvini fyri innferð. Flutningsfelagið avger, um djórið kann takast við, og hvørji krøv búrið skal lúka.

GOTT AT VITA

OFTA SETTIR SPURNINGAR

Er djórapassið nóg mikið?

Ikki altíð. Krøvini eru ymisk eftir ferðaleið og ferðaslagi. Spyr myndugleikan, hvørji loyvi og skjøl krevjast, og fá Safari at vátta flutningstreytirnar.

Kann eg brúka somu vegleiðing til onnur djór?

Nei. Vegleiðingin omanfyri er fyri hundar og kettur. Skalt tú flyta onnur djór, so sig okkum, hvat djóraslag talan er um, hvaðani djórini koma, og hvagar og nær tey skulu ferðast. So kanna vit, hvørjar treytir galda.

Skal eg keypa búr og bíleggja ferðina fyrst?

Fá fyrst váttað, at djórið kann flytast á ætlaðu leiðini, og at búrið lýkur krøvini hjá flutningsfelagnum. Koppsetingar og loyvi kunnu krevja fyrireiking í fleiri vikur.

FYRIREIKA FERÐINA HJÁ DJÓRINUM

SET TEG Í SAMBAND