FLOGFRAKT
Tá ið tíðin er týdningarmikil, er flogfrakt ein góð loysn. Safari skipar fyri flogfrakt til og úr Føroyum og hjálpir við øllum frá innheinting og skjølum til tollavgreiðslu og levering. Set teg í samband við okkum og fá eina prísmeting.
TÆNASTUR
Tá ið tíðin er týdningarmikil, er flogfrakt ein góð loysn. Safari skipar fyri flogfrakt til og úr Føroyum og hjálpir við øllum frá innheinting og skjølum til tollavgreiðslu og levering. Set teg í samband við okkum og fá eina prísmeting.
Skalt tú senda bingjur, plattar ella aðra størri frakt? Sjófrakt er ofta ein kappingarfør loysn, tá ið góðsið ikki hevur skund. Vit hjálpa tær at finna eina loysn, sum hóskar til góðsið, farleiðina og tíðarætlanina.
Tá ið sendingin hevur skund, eru vit til reiðar at hjálpa. Ring á vakttelefonina +298 22 22 22 og sig okkum, hvat skal sendast, og nær tað skal vera frammi. Vit svara alt samdøgrið og hjálpa tær at finna eina hóskandi flutningsloysn.
Tá ið tú skiftir bústað, hjálpa vit tær at fáa flytigóðsið trygt og ómaksleyst á nýggju adressuna. Tá ið góðsið er pakkað, heinta vit tað við hurðina og flyta tað víðari. Vit flyta flytigóðs millum Føroyar og lond um allan heim. Set teg í samband við okkum og fá eina prísmeting.
Vit hjálpa eisini við flutningi av vandamiklum evnum. Sig okkum frá hesum, tá ið tú bíleggur flutningin, so vit kunnu kanna krøvini til sendingina. Ert tú í iva um flokking, pakking ella skjøl, vegleiða vit teg fegin.
Tá ið tær tørvar hjálp við at flyta lík úr einum landi til eitt annað, eru vit til reiðar at hjálpa tær í sváru støðuni. Vit hava røttu útgerðina og taka okkum av flutningi av líkum til og úr Føroyum. Ring á vakttelefonina +298 22 22 22. Vit svara alt samdøgrið og veita tær persónliga hjálp.
Skal eitt djór flytast til ella úr Føroyum? Vit hjálpa tær at fyrireika flutningin og kanna møguleikarnar fyri júst tína ferð. Set teg í samband við okkum og fá vegleiðing og eina prísmeting.
Trýtur plássið heima ella á arbeiðsplássinum? Vit bjóða goymslu í hølum okkara í Hoyvík. Sig okkum, hvat tú skalt goyma, og hvussu leingi tær tørvar plássið, so geva vit tær eina prísmeting.
Flytur tú vørur regluliga? Ger eina fasta fraktavtalu við Safari, sum hóskar til tín tørv. Set teg í samband við okkum og fá eitt tilboð.
Hevur tú spurningar um tollavgreiðslu? Starvsfólkini hjá Safari hava drúgvar royndir og vegleiða teg fegin um skjøl og upplýsingar til tína sending. Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær víðari.
Nýt innlatingarstaðin hjá Safari í Danmark, tá ið tú keypir frá IKEA ella øðrum netbúðum. Skriva títt navn og adressuna soleiðis:
Títt navnSend ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo, so vit vita, hvør sending er tín. Vit skulu hava rokningina frá handlinum til tollavgreiðsluna. Vit hjálpa við frakt, tollavgreiðslu og levering. Set teg í samband við okkum og fá eina prísmeting.