
LÆTT AT KEYPA ÚR DANMARK
IKEA OG AMAZON TIL FØROYA
Keyp frá IKEA, Amazon og øðrum netbúðum, sum ikki senda beinleiðis til Føroya. Nýt innlatingarstaðin hjá Safari í Danmark; vit taka ímóti vøruni og avgreiða frakt, tollavgreiðslu og levering.
FRÁ NETBÚÐ TIL TÍN
SOLEIÐIS VIRKAR TAÐ
- 01
NÝT OKKARA ADRESSU
Skriva títt navn og adressuna á innlatingarstaðnum hjá Safari í Danmark, tá ið tú bíleggur. Sí adressuna niðanfyri.
- 02
SEND OKKUM VÁTTANINA
Send ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo, so vit vita, hvør sending er tín.
- 03
VIT AVGREIÐA RESTINA
Vit taka ímóti vøruni og hjálpa við frakt, tollavgreiðslu og levering til Føroya.
INNLATINGARSTAÐUR Í DANMARK
BÍLEGG Á NETINUM – VIT FLYTA VØRUNA HEIM
Tá ið tú bíleggur, skrivar tú adressuna soleiðis: Títt navn, c/o Safari Transport, Containervej 5A, Pakhus 404A, DK-8000 Aarhus, Danmark. Telefonnummarið hjá agentinum í Danmark er +45 46 98 46 99.
Send ordraváttanina ella rokningina til safari@safari.fo, so vit vita, hvør sending er tín. Til tollavgreiðsluna skulu vit hava rokningina frá handlinum. Vit hjálpa við frakt, tollavgreiðslu og levering, so tú hevur eitt stað at venda tær til allan vegin.
GOTT AT VITA
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Hvussu skal adressan skrivast?
Skriva: Títt navn, c/o Safari Transport, Containervej 5A, Pakhus 404A, DK-8000 Aarhus, Danmark.
Hvat skal eg senda Safari?
Send rokningina til safari@safari.fo. Hevur tú ikki fingið hana enn, kanst tú senda ordraváttanina fyrst, so vit vita, hvør sending er tín. Send okkum rokningina, so skjótt tú fært hana. Vit skulu brúka hana til tollavgreiðsluna.
Kann eg eisini keypa frá øðrum netbúðum?
Ja. Tú kanst nýta innlatingarstaðin til aðrar netbúðir, sum kunnu levera vøruna á adressuna í Danmark.
Hvat kostar fraktin til Føroya?
Prísurin veldst millum annað um talið á pakkum, mát og vekt á pakkunum og leveringsstaðið í Føroyum. Send okkum ordraváttanina og hesar upplýsingar, so kunnu vit gera eina prísmeting.
Er allur kostnaðurin við í prísinum í netbúðini?
Ikki neyðturviliga. Umframt vøruprísin kunnu frakt, mvg, tollur og avgreiðslugjøld koma afturat. Bið okkum um eina prísmeting og kanna innflutningsgjøldini, áðrenn tú keypir.
Hvat geri eg, um eg ikki kenni mát og vekt?
Bið netbúðina um mát og vekt á vøruni við innpakking. Vantar tær upplýsingar, kanst tú senda okkum leinkjuna til vøruna og tað, tú longu veitst. So siga vit tær, hvat vit hava tørv á fyri at gera eina prísmeting.
